Oddmar Niclasen, skipari á Bragd sigur í morgun, at teir hava gjørt ein sera góðan túr vestanfyri í nátt. Vit fara inn á Eiði at avreiða umleið 14.000 pund harav eini 3.500 pund eru toskur. Restin er sera góð og feit hýsa. Meginparturin er hýsa 2 og ein stórur partur hýsa 1, nakað av hýsu 3 er eisini. Hýsan roynist oftað betur her í Vágahavinum hesa tíðina. Upp á fyrispurning um hvussu nógva línu Bragd setti í nátt, sigur Oddmar, at teir høvdu 50 stampar og teir eru ikki langir, umleið 265 húkar.
Á Fiskamarknaðinum hava hesir givið upp til sølu: Norðsøki 8.100 pund, Líðhamar 8.700 pund, Stakkavík 6.100 pund, Dalsenni 4.600 pund.
Fyri løtu síðani tosaðu vit eisini við Janus Sørensen umborð á Brandi, hann segði seg hava 7.000 pund.


