Tað vóru nógv fólk – børn og ungdómar og vitjaðu jólagávutræið Úti í Grøv í góðveðrinum í morgun.
So jólamaðurin har úti hevur nógv at gera. Ruskspannin var eisini full av pappíri frá teimum mongu gávunum, børnini høvdu pakkað upp.
Meðan vit vóru har úti, kom yvirjólamaðurin, Finn, at hyggja at hvussu gekkst og hvussu ”umsetningurin” var. Jú, hann var væl nøgdur og takksamur fyri, at so væl varð tikið undir við hesum tiltaki.
Tá ið vit fóru frá trænum, komu onnur børn við vøkrum gávum at hanga uppí træið.
Eitt sera hugnaligt og jólaligt tiltak, sum gleðir nógv børn og foreldur, ommur og abbar.










































