Tað er nógv nostalgi í bólkinum hjá Føroyum til komandi bólk í HM-undankappingini.
Danmark
Eysturríki
Skotland
Ísrael
Føroyar
Moldova
Hetta var bólkurin hjá Føroyum. Vit hava onkur góð minnir frá øllum londum uttan Moldova, sum verður ein ókend uppgáva. Danmark og Eysturríki var í fyrsta bólkaspælinum hjá Føroyum í altjóða fótbólti. Móti Skotlandi hava Føroyar fingið fleiri javnleikir, meðan málið hjá Símuni Samuelsen frá síðulinjuni móti Ísrael er minniligt.
Fyrstu dystirnir vera leiktir longu í mars mánað.



