Kappróðrarárið 2020 hevur verið eitt serligt ár fyri Klaksvíkar Róðrarfelag. Tíðliga í vár var ivasamt um nakar kappróður fór at verða yvirhøvur, men endin var, at ongantíð fyrr hava so nógvar manningar róð kapp sum í 2020
Úrslitini hjá ungu manningunum úr KRF gjørdist serstakliga góð, og á hvørjari einasti stevnu varð minst ein bátur úr Klaksvík lyftur upp um høvd av viðhaldsfólkum og rógvarum.
Sum rosinan í pylsuendanum gjørdist KRF ársins felag í 2020!
Árið hevur eisini verið merkt av fleiri stuðulstiltøkum til frama fyri felagið, og leygarmorgunin kl. 11 enda vit so árið við einum hugnaligum jólatombola og lutaseðlasølu í neystinum. Kaffi og rísalamande verður eisini at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og allur stuðul fer til nýggja venjingarútgerð til rógvarar í KRF.
KOYR Á KRF og takk fyri 2020!



