Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Endurnýtsluhandilin hjá Bláa krossi letur upp í morgin

Jóhann Lützen

Talan er um góð klæðir til allar aldursbólkar, vit hava okkurt til øll, sigur Rannvá Langgaard sum er samskipari hjá Bláa krossi í Norðoyggjum

Í morgin kl. 13.00 letur upp nýggjur endurnýtsluhandil í Klaksvík. Tað er Blái Krossur sum stendur aftanfyri.

Vit eru sera takksom fyri stóra stuðulin vit hava fingið frá fólki og vinnu, sigur Dakko Petersen aðalskrivari í Bláa krossi.

Tað eru nógv fólk, ið ynskja at kunna endurnýta klæðir, tann grøni tankin og tey kunnu harumframt fáa klæðini fyri ein bíligan penga, sigur Rannvá.

Fólk eru vælkomin at lata klæðir inn til okkum. Alt arbeiði her er sjálvboðið og fólk eru eisini vælkomin at hjálpa til í endurnýtsluhandlinum. Tað er bert at seta seg í samband við okkum, sigur Rannvá Langgaard.

Allur peningurin fer til fyribyrgingararbeið hjá Bláa krossi millum børn og ung, upplýsir Dakko Petersen

Vit lata upp í morgin kl. 13.00 og aftur fríggjadagin. Síðani lata vit upp í januar, sigur Rannvá Langgaard við Norðlýsið at enda.