Bárður Olsen hevur sagt farvæl við EB/Streym.
Bárður Olsen vendi aftur til barndómsfelagið í summar og var ein lyklaleikari har. Men nú er greitt, at hann ikki heldur fram. Á fjepparasíðuni hjá EB/Streymi hevur Bárður takkað fyri seg í EB/Streymi, men staðfestir eisini, at hann fer at spæla nærri við bústaðin.
Sum skilst bendur nógv á, at 35 ára gamli Bárður fer at gera sáttmála við B36.


