Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Norborg á Klaksvík – vøran til St. Pætursborg

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í gjár fyrrapartin kom Norborg á Klaksvík við 740 tonsum av makreli. Størsti partur av hesi veiðu, saman við aðrari vøru aðrastaðni frá í Føroyum, bleiv skipað umborð á Eystnes, hjá Smyril Line, sum lá beint sunnanfyri Norðborg í Norðhavnini.

Hetta var síðsti partur av kvotu, Norðborg átti í ES-sjógvi. So nú verður helst talan um jólafrí eina løtu.

Tá ið spurt varð, hvagar leiðin gekk hjá Eystnes, fingu vit at vita, at teir skuldu til St. Pætursborg. Tá varð borið skjótt at, at gera ein frystipakka av toskaflaki frá Gadus, hýsuportiónum frá Kósini og tvær makrelpannur frá Norðborg.

Fiskavøran varð so væl pakkað í skundi í flamingo-eskir frá LookNorth og væl ballað í plast inni á frystihúsinum ella skiljingarhøllini hjá Kósini, tað sum fyrr varð kallað NFCS.

Áðrenn vit settu skeltir á jólapakkarnar til St. Pætursborg, spurdu vit skiparan á Eystnes, um til bar at hava henda serstaka pakkan við, sum var eyðmerktur til stjórnina í St. Pætursborg, formannin í Uttanríkisnevndini og til borgarstjóran í Pushkin, vinarbýi Klaksvíkar.

Jú, tað skuldi nokk lata seg gera, var svarið! So vórðu gjørd flutningsskjøl, sum vístu innihald og vekt. Vit fingu eisini allar upplýsingar um agentin í St. Pætursborg, sum skuldi taka sær av vøruni.

Eystnes er ikki frammi fyrr enn fyrsta jóladag, men tað ørkymblar ikki russar, tí teir halda ikki jól fyrr enn á trettindu, 6. januar. So vónandi fáa teir ein betri fiskabita til jóla – eina heilsan úr Klaksvík við áminning um gott vinarlag, og at vit vóru væl havdir har yviri í januar í ár.

Tá ið vit vóru á vitjan í Ruslandi, lovaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri at senda teimum fisk yvir, og við góðari hjálp frá Kósini, Christian í Grótinum, North Pelagic og í hesum føri Smyril Line, so skuldi bara hálvtalað orð til.

 

Føroyar 39 %

Tá ið formaðurin í Uttanríkisnevndini hjá stjórnini í St. Pætursbor fekk at vita, at av teirri nøgd av fiskavørum, Russland innflytir uttan úr heimi, stendur Føroyar fyri 39 %, undraðust hann og fylgi hansara. Tó var formaðurin í Uttanríkisnevndini, Evgeny D. Grigoriev, skjótur at svara við einum fyrikomandi smíli, ”Vit vilja fegin hava meir av tykkara frálíku fiskavørum”!

Sambandið við vinarbý okkara, St. Pætursborg, fer heilt víst at fáa stóran týdning fyri vinnuna, mentanarlívið og kommununa í komandi tíðum, sigur borgarstjórin.

Korona hevur tó forstýrað, at neyvari samband og onkur tiltøk, sum lógu í kortunum, ikki kundu verða. Kanska verða tey heldur í komandi ári.

Tað er hugaligt at búgva í einum landi, har tað til ber at fara á “støð” og spyrja eitt stórt skip: “Hvagar gongur leiðin”? Og tá so skipið fer heilt til Russlands, ber til eftir eini handavend at fáa ein pakka við, eyðmerktur til tveir persónar í milliónbýnum St. Pætursborg – Alment búgva 6 mill fólk har, men óalment sigst, at har búgva 9 mill.