Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brøðurnir  Steinbjørn og Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu

Jóhann Lützen

Fløgan, sum hevur fingið heiti Gud, eg eri tín, inniheldur 14 sangir, flestu av teimum kendir sangir, sum dagliga vera sungnir í ymiskum samkomum, nevnast kunnu m.a. sangir sum, Mær tørvar altíð Teg, Søguna sig mær um Jesus, Náði rík er har á Golgata, Ei eg kenni morgindagin, Mær tørvar altíð Teg, Inntil tá.

Í sanginum Vend títt eyga á Jesus, hoyra vit eisini røddina hjá systrini Ásbjørg Olsen.

Stílurin er fólksligur, traditionellur og hellur til country og southern gospel.

Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio, Arden NC undir leiðslu av Jeff Collins.

Røddirnar eru innsungnar í upptøkuhølunum  hjá Erik Biskupstø í Klaksvík