Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Nógv skip og bátar á Vágni

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Nú á Tollaksmessudegi er trongligt við brúgvarnar á Klaksvík. Stórur partur av flotanum, ið vanliga roynir á nærleiðunum er innkomin og fer valla út aftur um jólini. Tó hava fiskaprísirnir vanliga verið góðir ímillum jóla og nýggjárs. Tí plaga í hvussu so er útróðrarbátarnir  og ísfiskabátarnir at vera skjótir út eftir jól, ja, kanska longu 2. jóladag. Men hvussu verður í hesum koronatíðum er ikki til at vita, men vit fáa sjón fyri søgn um fáar dagar. Men tað eru ikki bert jólini, ið fáa skip at søkja havn, veiðirættindi og kvotur hava eisini ávirkan. Helst tí hava eisini uppisjóvarskip søkt havn í hesum døgum.