Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ung list: Myndasýning í Ribarhúsi

Frits Johannesen

Sunnudagin, 10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum. Hetta er fyrsta sýning í hesum ári, sum letur upp undir hesari lon.

Hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, er ringt at meta um. Tað er altíð munur á flóð og fjøru, men á tí listaliga økinum er tað ein fragd at síggja fjørulutirnar , sum koma undan penslabørnunum. t.d. tarabløðunum hjá hesum ungu listafólkum. Hetta verður sjón fyri eygað. Her verða málningar, prent, fotomyndir, tekningar, grafiskar myndir, vatnlitismyndir o.a. at sjá.

Vegna koronu støðuna kunnu hægst 20 verða inni í senn og halda frástøðu hvørt frá øðrum. Framsýningin hongur uppi til 10. februar.

 

Hesi stilla út:

Óðin Hentze

Terji Beder

Hjørdis á Dalbø Gregersen

Sólfríð Hansen

Sára Ólavsdóttir Hentze

Tóra Hammer

Jóhannus Martin

Lý Petersen

Helena Kjeld

Karina Petersen

Rakel Antoniussen