Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

Tann 27. mars 2001 samtykti løgtingið einmælt, at vit skuldu hava eina barsilsskipan í Føroyum.

Flestu (kanska allir) flokkar høvdu havt barsilsskipanina við í valstríðnum til valið í 1998.

Skipanin, sum fór at virka tann 1. juni 2001, gav kvinnum rætt til endurgjald í 4 vikur, áðrenn barnsburð, og kvinnum og monnum í 26 vikur, eftir barnsburð. Síðani tá hava skiftandi samgongur havt sum mál at fáa barsilstíðina stigvíst longda uppí eitt ár.

Tá samgonguskjalið hjá sitandi samgonguflokkum varð skrivað á heysti í 2019, varð sett í har, at vit skuldu taka seinasta fetið á leiðini móti teimum 52 vikunum. Hetta er nú gjørd.

Frá á nýggjárinum er barsilstíðin sett til 52 vikur við bæði løn og uppsparing til eftirløn.

Tær 4 vikurnar, sum komu afturat í barsilsskipanini, eru lagdar afturat felagskvotuni hjá báðum foreldrunum. Tað merkir, at mamman hevur rætt til barsilspening í 14 vikur eftir barnsburð, pápin í 4 vikur, og foreldrini kunnu frítt býta 34 vikur sínámillum.

Mær dámar sera væl hesa sosialliberalu skipanina, har vinna og barnafamiljur ganga hond í hond.

Fyri at fáa eitt gott samfelag, mugu vit hava nakað, sum skapar virðini, og skaptu virðini eiga at síggjast aftur hjá borgarunum. Tað er barsilsskipanin gott dømi um.