Í gjár kom innbjóðing til framsýning til allar næmingar á Skúlatrøð frá 6. flokkunum.
Innbjóðingin boðaði frá, at seinastu tríggjar hósdagarnar hava 6. flokkarnir arbeitt við ymiskum evnum í náttúru og tøkni, og nú er framsýning sett upp í norðaru trappuuppgongd.
Næmingarnir hava sjálvir valt sær eitt evni, ið teir hava verið ígjøgnum seinasta hálvárið í náttúru og tøkni.
Millum evnini er uppruni Føroya, Mars, rúmdin og planetir, blómur, rottur, fløskur og rusk, bilar og lívið í havinum. Hesi evni eru kryddað við Fun Facts, sum er stutt søgd forvitnislig vitan. Á nøkrum borðum standa eisini teldur, har PowerPoint er gjørt klárt við myndum.
Eitt flott framsýning, sum vit takka 6. flokkunum fyri.










