Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevði 5 milliónir í yvirskot í 2020

Jákup Ósá

Í kvøld var aðalfundur hjá KÍ.

M.a. vísti roknskapurin, at KÍ hevði eitt yvirskot á 5 milliónir í 2020. Hetta komst av einum góðum ári í Evropakappingunum, har KÍ kom í ”play-off” í Evropa League. KÍ hevði eina inntøku á 16 milliónir, harav góðar 12 milliónir komu inn frá Evropalutøkuni. Starvsfólkalønir í 2020 vóru 7 milliónir, harav leikarahópurin fekk 5 milliónir í lønum, har bonus vegna úrslitini í Evropakappingini gjørdu sítt til góðu lønirnar.

Á fundinum bleiv starvsnevndin vald og har var eingin útskifting. Síðani síðsta aðalfund var Eyðstein Poulsen komin í tóma sessin fyri ungdómsfótbólt og nú bleiv hann valdur fyri komandi árið.

 

Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:

Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt: Eyðstein Poulsen
Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen
Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð