KÍ fær leygardagin vitjan av øðrum av liðunum, sum í fjør endaðu frammanfyri á stigatalvuni.
KÍ hevur higartil spælt tveir venjingardystir, báðar á útivølli. KÍ vann 3-0 móti B68 og tapti 1-0 móti B36. NSÍ hevur spælt fýra veningardystir, tríggir sigrar og eitt stórtap móti HB.
Dysturin í Klaksvík millum KÍ-NSÍ byrjar eftir ætlan leygardagin kl. 11.30. Tað veldst sjálvsagt um veðrið og graslíkið loyva hesum. Í kvøld var spælandi á vøllinum, men hann hevur eisini verið nógv frystur hesar síðstu vikurnar.



