Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Havsvimjarar á Borðoyarvík hvønn dag

Oliver Joensen

Sunnudagin tá eg fór ein gongutúr, hitti eg hesar “havfrúgvurnar” uppi á Flesjum. Johanna Johannesen, ið er ein av “havfrúgvunum” sigur, at hon byrjaði at svimja saman við Lisbeth Olsen fyri umleið 5 árum síðani. Tá Lisbeth fór til Svøríkis helt tað meiri og minni uppat. Men síðani byrjaði Asta Poulsen, sum byrjaði Saman við Birgit fyri umleið tveimum árum síðani, tí fór eg upp í havsvimjingina við Borðoyarvík saman við teimum.

Tað hevur síðani vindið upp á seg, við tað at fleiri leggjast til hetta fram úr góða tiltakið. Vit munnu vera eini 16-17 í einum messengerbólki, ið svimja hvønn dag á Borðoyarvík, tær flestu eru kanska frá 45 árum og upp, men tað eru eisini ungar kvinnur inn ímillum. Vit svimja ikki fastar tíðir, bara tá tað passar okkum á degi og við arbeiðinum. Men sunnudagar plaga vit allar at samlast um svimjingina klokkan eitt. Hinar dagarnar velja kvinnurnar sjálvar tíðirnar.

Men tað eru onnur enn vit, sum svimja á Borðoyarvík, eisini menn. Eg haldi ikki at eg fari skeiv tá eg sigið at eini 20-25 fólk svimja fast hvønn dag á Borðoyarvík.

Vit leggja nógv fyri, leggur Jóhanna afturat, okkum dámar væl aldur og tað skal vera rættuligt illveður um vit avlýsa.