Norðoyingar vóna, at tað heldur verur ein endurtøka av 1991 heldur enn 1983.
Í dag er leikskráin fyri Betri Deildina loksins komin út. Nakað seint má sigast, tí okkurt árið er hon komin út áðrenn jól.
KÍ byrjar á útivølli móti B68, spælir ólavsøkudag móti HB í Havn, spælir móti Víkingi á Summar Festivalinum í Klaksvík og endar 30. oktober í Sarpugerði móti Víkingi. KÍ hevur nakrar ferðir spælt síðsta landskappingardyst í Sarpugerði og tað hevur fleiri ferðir enda við, at FM-steypið hevur verið handað í Norðragøtu. Í 1983 tapti KÍ FM-dystin móti GÍ, men í 1991 fekk KÍ FM-steypið í Sarpugerði í einum dramatiskum síðsta umfari.
Øll skráin kann síggjast HER



