Inni í eini av stovunum á aðru hædd venja Durita, Elspa Maria og Gunnvør framløgu. Tær ganga í 8. flokki og hava danskt. Flokkurin hevur lisið bókina Hest, hest, tiger, tiger, og nú gera tey framløgurnar klárar.
– Vit hava seinastu tímarnar arbeitt við bókini og gjørt eitt PowerPoint, sum vit fara at tosa út frá, sigur Durita.
Spurdar um, hvør fyrimunur er við framløgum, svarar Elspa Maria:
– Eg haldi, at tað er gott at leggja fram. So læra vit at tosa danskt, men tað er eisini gott at læra at tosa frítt uttan pappír.
– Vit tosa út frá punktunum, sum vit hava skrivað á PowerPointini, tað ger tað lættari at minnast, hvat vit skulu siga, heldur Gunnvør fram.
Tær halda, at bókin var góð at lesa og siga:
– Hon sigur søguna um Honey, sum er fødd við klovnum góma og varrarskarð og veksur upp í eini øðrvísi familju við fleiri avbjóðingum. Systir hennara hevur sálarsjúku, og mamma hennara ger alt fyri at fáa familjuna og gerandisdagin at virka. Annað hvørt vikuskifti er Honey hjá pápa sínum, sum er hálvkriminellur og lútdovin.
Ja, hetta virkar syrgiligt, ha? MEN tað er tað als ikki. Honey er ein kul genta, ið megnar alt møguligt, eru tær samdar um.
– Tó hevur hon ein veikleika. Hon lýgur um støðan gerst ov flovislig ella pínlig. Soleiðis gongur søgan víðari, og Honey gerst vitjanarvinur Marcel, sum er ein maður, sum liggur á røktarstovu og er illa sjúkur. Eisini byrjar hon at læra seg kinesisk.
Framløgan sær spennandi út bæði við upplýsingum og spurningum.
Vit takka teimum trimum fyri prátið, og um tú nú gjørdist forvitin, so er bara at lesa bókina Hest, hest, tiger, tiger



