Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Teir fiska væl, men toskurin manglar

Oliver Joensen

Líðhamar avreiddi leygardagin 14.000 pund og í dag 12.000 pund. Norðsøki avreiddi leygardagin 6.400 pund og í dag 10.200 pund. Stakkavík avreiddi í dag 8.200 pund.

Vit tosaðu við Bragd í kvøld. Oddmar Niclasen, formaður segði, at teir høvdu ikki verið úti leygardagin og heldur ikki síðstu nátt. Men tá vit tosaðu við hann, vóru teir júst farnir og kósin gekk vestur í Vágahavið.

Janus Sørensen á Brandi segði at teir høvdu ligið fram við at fara út fríggjdkvøldið, men veðrið royndist so mikið illa at teir settust aftur og tað sama var sunnukvøldið, so teir hava heldur ikki avreitt í dag.

Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka segði fyri løtu síðani tá vit tosaðu við hann, at teir vóru lidnir at seta norðanfyri. Fiskiskapinum er onki at siga við, sigur hann, tað er bara tað, at toskurin manglar. Tá vit fáa 10.000 pund og meira, er bert eitt tons av toski ella so. Tað er harmuligt, tí tað er bara toskurin, ið hevur góðan prís. Nú skuldi skjótt fari at nærkast gýtingartíð, men enn síggja vit lítið av toski her úti norðanfyri. Fríggjadagin vóru vit í Djúpunum, tá fingu vit hampuligt av toski og rogn var eisini í toskinum, men sum sagt, her úti manglar toskurin.