Um 10 dagar verður Klaksvíkskappingin.
Klaksvíkskappingin verður vikuskiftið 20. februar. Vanliga er hon millum KÍ og so tey trý bestu liðini undanfarna ár av mótstøðuliðunum. Men í ár vera fleiri broytingar. Bæði NSÍ og B36 hava givið avboð m.a. vegna venjingarlegu. Síðani er Víkingur komið við, ÍF hevur takkað nei til at luttaka, meðan EB/Streymur eisini verður við. Liðini í ár verða sostatt KÍ, HB, Víkingur og EB/Streymur.
Tað tykist vera eitt ynski hjá flestu liðunum at sleppa undan at spæla leygardag og sunnudag, tí tá verður spælt við eykaliðnum seinna dagin í flestu førum. Tað hevur verið uppá tal at umskipa Klaksvíkskappingina í ár, men enn er KÍ ikki komið út við, hvussu hon verður skipað. Sunnudagurin er tann, sum í Klaksvík samlar flest áskoðarar, so tað kann hugsast, at verður bara spælt ein dag í vikuskiftinum, so verður tað sunnudagin 21. februar.



