Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Nevndin í Ferðavinnan í Norðoyggjum – Visit Norðoy hevur skipað seg

Visit Norðoy

Aðalfundur varð hildin í gjár, og í dag hevur nývalda nevndin havt fund og skipa seg við formanni og næstformanni.

Nevndarformaður er Símun Gullaksen og næstformaður er Eirikur í Jákupsstovu. Hinir nevndarlimirnir eru Hanna Ovadóttir, Dánjal Danielsen og Fríðbjørg Petursdóttir Justesen.

Ferðavinnan í Norðoyggjum – Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar, og um virksemi í Norðoyggjum, til borgararnar og vitjandi. Herundir eisini innan- eins væl og uttanlands at skapa áhuga fyri Norðoyggjum og stuðla handli, ferðavinnu, mentan; og annars virka við í, at lívið í Norðoyggjum gerst áhugavert fyri øll.

Klaksvíkar kommuna velur 2 nevndarlimir, annar teirra skal umboða umsiting kommununar, og hin skal umboða mentanarøkið. Hinar kommunurnar í Norðoyggjum velja ein lim. Aðalfundurin velur 2 limir, ein umboðandi handilsvinnuna og ein ferðavinnuna.

Visit Norðoy fer í næstum, saman við øðrum aktørum, at flyta í nýggj hølir í Biskupstorginum og gleðir seg til at veita eina enn betri tænastu til ferðafólk, ferðvinnufyritøkur umframt at arbeiða sum viðspælari í handilslívinum í Norðoyggjum.

Harleyfacadeacryl