Leisturin er tann sami sum undanfarnu ár.
Leygardagin verða hálvfinalurnar, meðan finalan og dystur um 3. pláss verður sunnudagin. NSÍ og B36 hava meldað avboð til kappingina. Fyri tey eru komin Víkingur og EB/Streymur.
Leygardagin 20. februar:
Kl. 13.00: HB-Víkingur (Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen)
Kl. 15.15: KÍ-EB/Streymur (Dómari: Petur Reinert)
Sunnudagin 21. februar:
Kl. 13.00: Dystur um 3. pláss (Dómari: Alex Troleis)
Kl. 15.15: Finala (Dómari: Kári á Høvdanum)



