Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Trivnaðarnevndin vitjaði Bláakrossbúðina

Oliver Joensen

Fríggjadagin í farnu viku var trivnaðarnevndin í Klaksvíkar Kommunu á vitjan í enn nýggja endurnýtsluhandlininum hjá Bláakrossi í Klaksvík.

Tað er Trivnaðarnevndin, ið hevur gjørt avtalu við blákross um at vitja. Aðalskrivarin hjá Bláakrossi, Dakko Petersen, saman við starvsfólkunum í handlinum tók ímóti og kunnaði um Bláakross búðina og annars um felagsskapin Bláakross, ið hevur broytt seg víða um í landinum.

Millum annað nevndi aðalskrivarin, at umleið 400 sjálvboðin hjálparfólk eru kring felagsskapin, umframt fólkini sum eru í løntum starvi. Dakko legði serligan dent á tørvin, sum liggur Bláakrossi nær, at gera kunningararbeiði innan rúsevnið ímillum ung og børn.

Harleywoodpaint