Í gjár møtt væl av fólki upp á Húsarhaldsskúla Føroyar í Klaksvík, har umboð fyri byggiharra og ymsu arbeiðstøkurnar, ið høvdu bjóðið, møtt til almennu lisitatiónina.
Áhugin fyri verkætlanini var stórur, tí heili 25 tilboð komu inn frá fyritøkum, sum bjóða seg fram.
Til byggibúgvingararbeiðið komu seks tilboð, sjey uppá bygningsarbeiðið, sjey uppá tøkniinnleggingar og fimm tilboð uppá el-innleggingar.
Feløgini, sum áttu lægstu tilboðini, vóru:
RTS: Byggibúning kr. 4.728.683,00
MTH: Bygningsarbeiðstøka kr. 41.460.949,12
Signar Kalsberg: HVS kr. 5.797.633,22
EL-IN: El-arbeiðstøka kr. 2.874.628,19
Í alt kr. 54.861.893,53 og passar hetta talið undarliga væl við metingina á 55 mió. fyri verkætlanina.
Tað eru Húsarhaldsskúlin, Klaksvíkar kommunu og Bústaðir sum í felag standa fyri byggiini, sum eftir ætlan skal standa liðug á vári 2024
Tilboðini verða nú nærlisin, og verður siðani tilmæli gjørt av ráðgevanum, FuglArk, um, hvørjir fáa arbeiðið.
































