Til steypadystirnar hjá yngru liðunum verður atgongumerkjasøla við dyrnar. Til ber at gjalda við reiðum peningi ella korti.
Allir áskoðarar verða skrásettir við navni og telefonnummari. Inngongdirnar eru í sunnara endanum á høllini.
Tað er har, ið vanliga verður gingið inn, tá ið steypafinalur eru. Áskoðararnir hjá tykkum verða leidd til júst tykkara sitipláss.
Sí her: Leygarmorgun:
Mjølnir: Sitipláss við endan sunnanfyri (tættast við inngongdina)
Dráttur: Sitipláss við endan norðanfyri (longst frá inngongdini)
B71: Sitipláss á langsíðuni



