Hans Jákup Venned, ella Venni, sum hann vanliga verður nevndur, hevði 23. februar, starvast á Klaksvíkar Sleipistøð í útvið 50 ár.
Hendan dagin, 23. februar í ár, vórðu liðin 45 ár síðani at Venni skrivaði undir lærusáttmála á Bedingini í 23. februar í 1976. Klaksvíkar Sleipistøð hevur altíð verið nevnd “Bedingin” í manna munni.
Teir hildu meg til
Tað at eg sigið útvið 50 ár, kemst hetta av, at áðrenn eg skrivaði undir lærusáttmála í 76 plagdi eg at arbeiða í Timbursmiðuni, sum hoyrdi til Klaksvíkar Sleipistøð. Abbi mín, Martin Eysturdal búði beint omanfyri bedingina og har vaks eg næstan upp. Abbi arbeiddi á Bedingini, so sum smádrongur slapp eg uppí við hvørt, eitt nú at bera Hempel máling inn á goymsluna, tá Ernst á Kósini, sum hevði málingina um hendur, fekk nýggja vøru. Eisini gjørdi annað arbeiði, ið teir á timburdeildini hildu meg til.
“Dykkarin”
Tað arbeiddu nógvir menn á hesi deildini á Bedingini. Hans Nielsen var formaður ella stjóri, hann var eisini “dykkari”, ella kavari, sum tað vist eigur í dag, og tað kom fyri at eg slapp at vinda luftpumpuna, sum stóð í samband við hann, tá hann var niðri á botni og skar av eini skrúvu, ella arbeiddi upp á “løbið” ella skar av eini skrúvu. Eisini arbeiddi “dykkarin” av og á við boulverkinum hjá Klaksvíkar Havn.Tað var hugaligt og spennandi hjá einum smádreingi at sleppa at vera uppi í slíkum arbeiði.
Skúlabørn í arbeiði
Sum eg segði, so arbeiddu nógvir mans har tá, summir vóru fastir, ímeðan aðrir komu og fóru. Eftir minninum kann eg nevna nakrar: Eli Hansen, Jóhann Olsen, Óli Lydersen, Alex Jacobsen, Lorri (Hans Kristian), Jákup Pauli Sólbjørg, Janus Jacobsen, Guttorm Hansen, Egil Lindal, Frodur Joensen og aðrir. Harafturat arbeiddu nógvir dreingir har í summarfrítíðini.
Vaskaðu og smurdu skip
Sum sagt, so var hetta Timburdeildin eg fekk tímar og løn frá sum smádrongur. Tað vóru nú ikki so mong træskip, sum komu upp á beding, so meginparturin av arbeiðinum, sum hesir menninir høvdu at gera við skipini á bedingini, var at vaska og at mála skipini, ið komu upp.
Bitin av Bedingini
Helst var eg longu sum smádrongur blivin bitin av bedingini. Í hvussu so er gjørdi eg av at fara í læru har. Tað bleiv tó ikki á Timburdeildini, men í Smiðjuni, ella jarnsmiðjuni, sum vit nevndu deildina hinumegin “løbið”.
Í dag fyri 45 árum síðani, skrivaði eg undir lærusáttmála. Otto Joensen var meistari tá. Eg haldi at eg tá var lærlingur nummar 19. Sama dag skrivaðu Jóhan Dávid Joensen og Óla hans Biskopsstø undir lærusáttmála eisini.
Einir 15 sveinar
Tá mundu helst vera einir 15 sveinar, ið arbeiddu á sleipistøðini, úr rúgvuni kann eg kanska nevna Esmar í Árnafirði, Andrew Miel, Hans Løksagarð, Regin í Kunoy, Hugo Lind, Árni Olsen og Ingolf Sigurðsson. Erling Guðjónsson hevði eykalutagoymsluna um hendur.
Nærlagdir handverkarar
Smiðjumenninir vóru nógv umbidnir. Flotin var stórur og hevði sjálvandi harvið tørv á umvælingum. Ikki var so lætt at koma til eykalutir, sum í dag, so nógvir ótrúligir eykalutir blivu tilevnaðir í smiðjuni av framúr hegnigum og nærlagdum handverkarum.
Víðfevnt arbeiðispláss
Men sum í dag, so vóru tað ikki bert skip, sum stóðu á beding, ið høvdu tørv á handverkarum umborð. Nei, tey lógu bæði á Kósini, á Stongunum og hinumegin, á Stóru- og Lítlu kei, sum vit nevndu keiirnar á Vestursíðuni tá.
Ongan bil
Í byrjanini av lærutíð míni, hevði Bedingin ongan bil, bara ein árabát. Sveisitólið sum vit høvdu vigaði um 100 kilo, so tað var ikki bara bara, at fara heim á Stengurnar ella yvir á keiina við tí.
Ensku trolararnir
Eg fekk um endan av nógva umvælingararbeiðinum, sum Bedingin í síni tíð hevði av ensku trolarunum, sum vitjaðu á Klaksvík. Haldi at Klaksvíkar Sleipistøð hevði eitt gott umdømi millum reiðaríini i Aberdeen, Grimsby og Hull, sum høvdu trolarar, ið fiskaðu undir Føroyum. Teirra trolarar teirra komu sera nógv til Klaksvíkar, tá eitthvørt var, sum kravdi umvælingar.
Ein fyrigingin paunur
Sum eitt dømi kann eg siga, at eg minnist at ein trolari einaferð kom á Klaksvík og vildi hava hjálp frá Bedingini. Teir høvdu brotið eitt bein á einum pavni á dekkinum í einum illveðri.
Riggaðu til
Vit riggaðu til ein fyrrapart at fara yvirum við sveisitólinum. Trolarin lá á keiini hinumegin, so tað var at fáa hetta tunga tólið umborð á árabátin hjá okkum, rógva tað yvirum og so knossa tað umborð á trolaran. Sveising krevur nógvan streym, so tá komið var umborð, var at draga káplar niðan til keihúsið og so at finna havnarfútan, soleiðis at vit kundu sleppa inn í húsið at fáa sett streymin til har.
Kundu byrja arbeiðið
Endiliga kundu vit fara undir sveisingina av hesum beininum. Tá vit vóru lidnir, var at fáa alt umborð aftur árabátin, rógva aftur á bedingina og fáa alt upp á pláss aftur.
At sveisað hetta beinið tók ein langan dag.
Sammett við í dag
Í dag hevði eg tikið eitt sveisitól við undir armin og sama arbeiðið hevði neyvan tikið meira enn 15 minuttir.
Afrikanski Devulin
Ja, amboðini vóru tung, ikki minst “Afrika Devulin”, ið vit nevna eina tunga sleggju. Hon vigar 10 kilo og hevur verið her frá gamlari tíð. Helst hevur onkur, sum hevur verið troyttur av at sleggja, doypt hana. Handverkarar av bedingini høvdu gloymt hana umborð á einum skipið, sum teir høvdu arbeitt umborð á. Skipið kom tó aftur til Klaksvíkar og sleggjan kom aftur á bedingina. Otto var so eymur um hesa sleggjuna, at einaferð hann hevði varnast, at sleggjan ikki var á sínum vanta plássi í smiðjuni, kom hann umborð til okkara, sum tá arbeiddu umborð á Skálabergi. Hann spurdi eftir sleggjuni og fekk at vita at vit høvdu hana. Tá segði hann: “Sleggjan skal ikki sova umborð her í nátt”.
Ymiskar hæddir
Í gomlu smiðjuni, sum brendi í grund fyri nøkrum árum síðani vóru nógvar trappur. Gólvini lógu í ymsum hæddum, so mangan var tungt at dragsa tungu amboðini oman og upp gjøgnum trappurnar, ikki minst stórar maskinlutir.
Nýggjar tíðir
Men soleiðis var tíðin. Og sjálvt um tað í dag tykist at hava verið møðsamt, so var og er tað sera spennandi og avbjóðandi at arbeiða á Klaksvíkar Sleipistøð. Í dag arbeiða vit undir skipaðum viðurskiftum, har kránar, bilar og lyftir gera tað tunga arbeiði og alt gongur fyri seg næstan uttan trappur.
Aðrir ágóðar
Otto Joensen var ein sera góður stjóri tað tíð eg var undir honum. Stjóralønirnar tá í tíðini kunnu helst ikki samanberast við í dag. Men teir fingu helst aðrar ágóðar.
Til stuttleika kann eg siga, at eg minnist at lítið var at gera upp undir eina føstulávint. Tá sigur hann við meg og hinar 5-6 lærlingarnar at vit skuldu hava frí føstulávintsmánadag.
Men mánadagin ringir hann so til mín og spyr hví eg ikki eri til arbeiðis. “Tú gav mær frí” segði eg. Eg fór so á bedingina, men hann rendi meg niðan í neystið hjá sær at arbeiða og eg haldi at vit arbeiddu har ein lítlan mánaða við gólvinum og dráttinum í neystinum.
Tvinnir blokkar
Størsta arbeiðið, sum eg haldi vit hava havt hesi 45 árini síðani eg fór í læru, var tá vit fyri stuttum skiftu blokkarnar á Norðborg og Safir um somu tíð. Tað var ein stór og væl eydnað avbjóðing, ið Klaksvíkar Sleipistøð megnaði at loysa til fulnar.
Kjølbro steðgar
Um vit fara eitt sindur aftur í tíðina, so steðgaði bedingin hjá Kjølbro upp í 93. Tá fór eg saman við øðrum, sum høvdu arbeitt á bedingini út á Borðoyarnes at høgga Royndina Fríðu upp. Hendan hevði siglt á land har nøkur ár frammanundan og skuldi nú takast sundur og flytast burtur hagani.
Nýggj leiðsla
Í meðan verður arbeitt við at endurreisa bedingina og tá vit vóru lidnir undir Borðoyarnesi, var klárt at fara í gongd aftur á bedingini undir nýggjari leiðslu. Toymið var samansett av 15 smiðjumonnum, saman við Marionnu Bjørgheim Rasmussen og Finnuri Jacobsen sum tá høvdu høvdu sett nýggjan pening í felagið. Vit fóru í gongd undir navninum “Klaksvíkar Sleipistøð”.
Tað minkaði so líðandi burturav av hesum toyminum og trupulleikarnir í samfelagnum vóru eisini í 90unum.
Seldu
Tað endaði so við at felagið bleiv selt til Frimodt Rasmussen og teir, sum í dag reka Klaksvíkar Sleipistøð undir navninum KSS.
Eg má siga, at mær hevur dámt sera væl at arbeiða her. Hóast smiðjumenn ofta endað umborð á skipum ymsastaðni, so havi eg bert í stuttum tíðarbilum verið til skips. Tríggjar ísfiskatúrar var eg við Nónhamri og tríggjar við Pison. Teir tríggjar túrarnar við Pison var Petur Eliasen skipari.
Mítt og míni
Eg giftist Thalu Ann McLeod í 1980. Keypti húsini hjá ommu míni kallað Vennafía í 1984. Eg og Thala Ann eiga tvey børn, ein drong, Jan, føddur í 81, ið er maskinmaður við Gadus og Óluvu, fødd í 86, ið arbeiðir sum pedagogur í Tórshavn.
Abbi doyr
Sjálvur eri eg føddur 17. januar í 1959. Hin abbi mín bleiv kallaður Venni, hann var bróður til Havnapalla, ella Palla Marstein. Abbi mín Venni doyði 16. januar í 59, umborð á Pride, har hann hevði verið við einum pakka. Dagin eftir verið eg føddur. Nógvur kavi er og tá koyrir Hanus á Gørðum kistuna við abba mínum í kirkjugarðin. Tá tað er liðugt kemur hann á sjúkrahúsið eftir mær og koyrir meg og mammu heim til hús
Havi klárað meg
Tá eg at enda spyrjið Venna um hví hann ikki heldur valdi at gerast maskinmaður á onkrum skipið, har inntøkan er høg og frítíðin góð, hyggur hann meg fast í eyguni og sigur: “Eg havi klárað meg og mítt”.












