Gongur tað heilt væl, so kann hann taka tað móti B68 í morgin.
Páll A. Klettskarð manglar tvey mál til at blíva javnur við Kurt Mørkøre og trý mál til einsamallur at taka málmetið í KÍ. Tað er metið fyri flest mál í landskappingini í bestu deildini fyri KÍ.
Topp 10 listin áðrenn kappingarárið 2021 hjá KÍ sær soleiðis út:
1. Kurt Mørkøre 125 mál
2. Páll A. Klettskarð 123 mál
3. Hjalgrím Elttør 80 mál
4. Jóannes Bjartalíð 74 mál
5. Heðin á Lakjuni 63 mál
6. Steinbjørn Jacobsen 55 mál
7. Olgar Danielsen 53 mál
8. John Sigurð Joensen 40 mál
9. Jákup Mikkelsen 40 mál
10. Olvheðin Jacobsen 38 mál



