Sunnudagin 14. mars verður Heðin Kambsdal sjeyti ár.
Í Ribarhúsi henda dag letur upp ein framsýning kl. 16:00 við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.
Fuglafjarðar sangkór syngur 2 løg og Dávur Juul, borgarstjóri heldur røðu, og ein góður kaffimuður verður afturvið.
Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein serlig løriftsmynd við penslastrokum av Heðin gjøgnum tíðina, sum tað ber til at ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi. Løriftsmyndin er gjørd í avmarkaðum tali. Framsýningin hongur uppi til 29. mars.
Onkurum av myndum niðanfyri eru frá hátíðarløtu í Ribarhúsi, tá ið Heðin fylti 60, har Fuglafjarðar Sangkór sang og syrtkinabarnið, Frits Johannesen helt røðu fyri Heðin.































































