Venjarahópurin á KÍ-akademinum veksur við málmansvenjara við nógvum málmansroyndum á hægsta stigi.
Stjórin á KÍ-Akademinum, Glenn Ståhl, upplýsir fyri Norðlýsinum, at Meinhardt P. Joensen verður málmansvenjari á Akademinum. Meinhardt spældi í bestu deildini fram til síðsta kappingarár og talan er sostatt um ein venjara við nógvum royndum.



