Nógvar fyritøkur í Klaksvík líða undir, at Atlantic Airways skal hava skamtirnar av koppsetingum við í nógvum umførum. Tá koppsetingarnar eru umborð á flogfarinum, sleppur ongin annar farmur við.
Tað seinkar arbeiðinum hjá fleiri fyritøkum í Norðoyggjum nógv, at neyðugir lutir til tess at kunna útinna arbeiðið mugu bíða, tá koppsetingarskamtirnir eru umborð á flogførunum. Samstundis hevur Atlantsflog skert túratalið heilt nógv. Hetta hevur havt við sær ein fløskuháls, har vinnulívið følir seg sett til viks.
Sum heild er fínt forstáilsi fyri, at koppsetingarnar skulu koma til landið skjótast gjørligt, men tá vit hava í huga, at Atlantsflog hevur fingið ein hjálparpakka uppá umleið 100 milliónir, so átti tað ikki at verið ógjørligt at sett onkran eykatúr inn. Um ferðafólkagrundarlagið ikki er til tað, kundu verið gjørdir onkrir farmatúrar burturav.


