Rørsla er góð. Treysti fer í morgin kl. 11.00. at hava eitt “Renn og Gakk” tiltak. Øll kunnu vera við, og samstundis verður møguleiki at stuðla stóra tiltakinum “Føroyar móti krabba”, sum verður 27. mars.
Øll kunnu stuðla og Treysti fer at hava bússur standandi har tað verður møguleiki at stuðla “Føroyar móti krabba”. Kom við og rør teg, og somuleiðis kanst tú stuðla “Føroyar móti krabba”.
Í Treysti vóna tey at síggja nógv fólk við til tiltakið, sum byrjar og endar við Norðoya Sparikassa.
Leygarkvøldið 27. mars skipa Krabbameinsfelagið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið fyri stóru landsinnsavningini ”Føroyar móti krabba”, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.
Vikurnar upp til ”Føroyar móti krabba” verða eisini tiltøk kring landið, sum fólk sjálvi taka stig til fyri at stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum. Til dømis fara fleiri skúlaflokkar at skipa fyri innsavning. Hetta eru vit sera takksom og fegin um, tí hvørt oyra telur í stríðnum móti krabba.
Longu nú kunnu einstaklingar, fyritøkur og feløg stuðla við at flyta pening gjøgnum netbankan á konto hjá Krabbameinsfelagnum í føroysku peningastovnunum:
BankNordik: 6460 – 618.088.6
Betri Banki: 9181 – 551.502.7
Norðoya Sparikassi: 9865 – 323.088.5
Suðuroyar Sparikassi: 9870 – 304.242.2


