Vinnulívsráðið í Klaksvik skipar fyri netverksfundi við støði í greinarøð í Norðlýsinum hjá teimum báðum Johnny í Grótinum og Ragnar Árnason Joensen
Johnny í Grótinum, sum er búskaparfrøðingur setur spurningin Hvørji rák avgerða framtíð okkara?, ímeðan Ragnar Árnason Joensen, sum er samfelagsfrøðingur fer at tosa um broyttan lokalan samleika og felagsskap, umframt at hann spyr um leikluturin hjá vinnulívinum er broyttur og hvussu?
Hetta er fyrsti netverksfundur hjá Vinnulívsráðnum síðan korona farsóttin setti alt landið niður í ferð. Vinnulívsráðið varð stovnað í 1992. Vinnulívsráðið skipar árliga fyri 4-6 netverksfundum, har fyritøkurnar bjóða inn og greiða frá og tosa saman. Tað eru umleið 60 limir í Vinnulívsráðnum.
Fundurin verður á KÍ loftinum fríggjadagin kl. 14.
Klaksvíkar býráð og Vinnulívsráðið eru vertir.



