Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Uppboðssøla á posthúshjørninum

Vinmenninir

Í dag klokkan 14.00 verður uppboðssøla av feskum útróðrarfiski á PostHús-hjørninum!

Tað er Jóhan Mikkjalsson, ið hevur fingið fiskin til høldar, og sum eisini stendur fyri søluni. Peningurin fer til gott endamál, ella til brúdleypsgávu til Christinu Jensen, sum Jóhan skal giftast við!

Um ov fá fólk møta upp, og grundarlag ikki er fyri uppboðssølu, verður fiskurin givin fyri lítið og lætt. Hetta er eitt avbera gott høvið til ein betri bita, og til eina frikadellu ella eitt knettið.

Og til teir menn, sum vilja hava frið at hyggja eftir KÍ í dag, so er at keypa konuni fisk. So kann hon gera matgera, meðani maðurin fær fótbóltsfrið.

Fiskurin er fiskaður á Kalsoyarfirði við línu og tráðu.