Nakað av vindi og regni hava verið í morgun, men nú er slitið í nógvastaðni kring landið. Longur út á fyrrapartin er turt allastaðni.
Tað er ein kuldabrúgv, sum hoyrir til eitt lagtrýst norðan fyri Ísland, sum hevur lagt leiðina framvið her hjá okkum í morgun. Eftir hana fer ein hátrýstryggur at stinga seg upp til Føroya, og tað fer at hava eitt sindur støðugari veður við sær restina av degnum.
Luft av leiðini vestan fyri Írland kemur hendavegin. Hon er ikki køld og hevur nakað av vætu í sær.
So, tá ið dystur er seinnapartin í dag við Stórá í Trongisvági ímillum TB og KÍ, eru 5 til 10 m/s av útnyrðingi – t.e. diagonalt eftir vøllinum – skýggjað og turt. Hitin fer at liggja um 6-7 stig.



