Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vatndeildin nýggjan leiðara

klaksvik.fo

Klaksvíkar kommuna hevur sett Ásmund úr Hvalvík í starv sum leiðara á Vatndeildini.

Ásmundur hevur starvast sum vatnmeistari í Klaksvíkar kommunu seinastu árini, og hevur royndir sum bæði maskinmeistari og elektrikari.

Í starvinum skal Ásmundur m.a. tryggja øllum borgarum í Klaksvíkar kommunu reint vatn, hava eftirlit við sjóhitanum, og hava ábyrgd av at fáa vatnverk kommununnar løggildað. Harumframt hevur nýggi vatnleiðarin ábyrgd av øllum gøtuljósum í kommununi.

Ásmundur avloysir Jóhan við Neyst, sum vegna aldur fer úr starvinum, aftaná at hava starvast í Klaksvíkar kommunu í 20 ár.

Ásmundur tekur við starvinum 1. mai 2021.

Vit ynskja Ásmundi hjartaliga til lukku við nýggja starvinum.