Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ikki sannlíkt at KÍ verður dømt at tapa dystin

Jákup Ósá

Sum skilst er tað ikki sannlíkt, at KÍ verður dømt at tapa dystin móti NSÍ.

Enn er eingin niðurstøða av kæruni hjá NSÍ, sum krevur KÍ at tapa dystin í sambandi við m.a., at vøllurin ikki var klárur til dystarbyrjan í dag. Stutt er til týskvøldið, tá dysturin møguliga skal spælast, og tí væntast FSF at taka eina skjóta avgerð, hvørs dysturin skal spælast ella ikki.

Sum Norðlýsið skilir, so er ikki sannlíkt, at KÍ kemur at tapa dystin á pappírinum. Dysturin verður væntandi leiktur, men annars er ógreitt, hvat hendur í málinum.