Ætlanirnar hjá Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharra, hava fingið útróðrarmenninar til ikki bert at rópa varskó, men at rópa beinleiðis neyðarróp. Meginfelag Útróðramanna er harðliga ímóti ætlanunum, og vísir eisini á, at skeivleikar liggja til grund fyri kunngerðini, sum fer at geva øðrum stórar fyrimunir uppá bekostning av útróðrarbátunum.
Millum annað vísir Meginfelag Útróðrarmanna á, at veiðitrýstið fer at økjast nógv við at loyva hægri tonnagu, og nevnir, at tey størru førini fara at trýsta tey smærru nærri landi, við teimum avleiðingum, tað hevur fyri ungfiskin. Samstundis vísa teir aftur uppáhaldinum í uppritinum um broyting í kunngerð, har sagt verður, at talan bara er um eina “stilling” (justering), ið ikki fær avleiðingar.
Sum heild mælir Meginfelag Útróðrarmanna heilt frá, at fiskað verður við línu innanfyri fjarðarmunnarnar, har sum eitt nú aling og gággufiskiskapur er. Fiskurin har vísir seg at hava nógvar fóðurperlur frá alivinnuni í sær, og útróðramenninir bera ótta fyri, at tað fer at fáa keðiligar avleiðingar fyri føroyskan fisk sum heild, um ov nógv verður av tílíkum. Verður tað kortini loyvt, eiga “friðað” øki at verða sett av til gággufiskararnar.
Óttast verður fyri, at bara frystibátar vera innanfyri 6-fjórðingamarkið, og tí mælir felagið til, at tað verður avmarkað til bólkarnar 4 og 5 við lóg til tess at forða frystibátunum í at koma inn um.
Í hoyringarsvarinum um at broyta kunngerðina um trolveiðu innanfyri 12 fjórðingar sigur Megin Útróðramanna eisini, tað ikki tekur undir við uppskotinum í heila tikið, og grundgevur við, at við at loyva bólki 4T mestsum at fiska frítt innanfyri 12 fjórðingar, verður minni pláss til aðrar aktørar. Her verður hugsað um skip og bátar, sum royna við línu/snellu. Serliga eru økini A1 og B leiðir, sum smærri og størri útróðrarbátar hava roynt og royna á. D1, D2, E, F og G eru eisini góðar línuleiðir.
Víðari førir meginfelagið fram, at søguliga hava trol og lína/snella ikki roynst væl saman, og fýlist á, at bólkur 4T fær íðan so nógvar fyrimunir í mun til aðrar bólkar. Eitt annað argument hjá Meginfelagnum er, at fiskiorkan og veiðutrýstið fer at økjast munandi á hesum leiðum, sum higartil hava verið friðaðar leiðir ávísar partar av árinum.
Felagið heldur tað vera ómetaliga løgið, at uppskoti sigur, at fyrilit eru tikin fyri stovnsrøkt, tí bólkur 4T ikki skal brúka fleiri dagar enn miðal undanfarin ár. Felagið metir tvørturímóti, at um bólkur 4T sleppur at fiska, sum lagt verður upp til, so økist veiðutrýstið og fiskiorkan innanfyri 12 fjórðingar, eins og nevnt omanfyri, og felagið vil vera við, at um tað ikki gjørdi, so hevði uppskotið neyvan komið.
Funnist verður á, at Felagið Trolbátar brúkar árini 2015, 2017, 2019 sum grundarlag fyri veiðuni, men ár 2020 sum grundarlag til áseting av fiskidøgum er 2020 grundarlag. Hetta tykist skyldast, at í 2020 fekk bólkur 4T tillutaðar 400 eyka fiskidagar. Harvið gerast miðaltalið 60 í uppskotinum í mun 44, sum tað hevði verið, um 2020 ikki varð nýtt sum grundarlag. Meginfelagið átalar, at umsitingin ikki hevur viðmerkingar hesum viðvíkjandi, ella møguliga ikki hevur fangað tað.
At enda styðjar Meginfelagið seg eisini til hoyringarsvar frá Havstovuni, ið ikki leggur upp til nakrar broytingar.




