20 ára gamla Teresa Maria Ejdesgaard er við glastrevjabátinum Stakkavík
Andru Poulsen er skipari á Stakkavík og hann hevur bara gott at siga um Teresu.
Hon er skjót, hugalig og altíð spent. Hon er mitt í verðini og er óalmindiliga røsk, sigur Andru
Seinasta túr høvdu eg og beiggi hennara sjóverk, meðan Teresa onki sjóverk fekk, greiðir Andru skemtiliga frá.
Stakkavík roynir norðanfyri. Teir hava 8.000 pund og hava 12 stampar eftir at draga.








