Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Myndarøð: Munurin frá KÍ og til hini øktist

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ vann enn ein stórsigur, meðan nærmastu kappingarneytarnir bara fingu eitt stig.

KÍ vann 8-0 móti B68 í einum dysti, har tað var einvegis ferðsla. B68 hevur staðið seg væl í ár, men dystirnar móti KÍ tykjast teir ikki at hava sigið til at klára enn.  KÍ málskjúttar og upplegg vóru væl deild út, tó mundi Jasper Van Der Heyden vera við í fimm av málunum.

Í Runavík spældu NSÍ og HB javnleik og tað gjørdi støðuna hjá KÍ í toppinum enn betri. 7 stig eru nú niður til HB og 10 stig eru niður til NSÍ. Komandi leygardag vitjar KÍ hjá NSÍ.