Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vinnulívsráðið: Jón Sigurðsson gestarøðari á aðalfundinum

Jóhann Lützen

Vinnulívsráðið í Klaksvík hevur aðalfund í annaðkvøld á Hotell Klaksvík kl. 19

Av teirri orsøk, at Korona-sóttin í fjørð hevði við sær, at ikki bar til at koma saman, var ársaðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík í 2020 framdur á netinum.

Soleiðis verður ikki í ár. Aðalfundurin verður mikukvøldið 19. mai 2021 kl. 19.00  á Hotell Klaksvík, við vanligari skrá.

Gestarøðari í ár verður stjórin og stovnarin av byggifyritøkuni Articon,  Jón Sigurðsson.

 

Articon framt hópin av verkætlanum

Jón Sigurðsson fer at røða undir viðkomandi heitinum: Frá íverksetara við fáum starvsfólkum til eina kenda nútíðarfyritøku við 2-300 starvsfólkum.

Byggifyritøkan Articon, sum ídag er størsta byggifyritøka í landinum, hevur frá byrjan fyri júst 20 árum síðani sett sær fyri í dygd og trygd við góðum trivnaði at gerast álítandi við hollum samstarvi millum byggiharra og fyritøkuna. – Hetta hevur givið úrslit á mongum mótum. Hava latið úr hondin hópin av størstu verkætlanum í landinum. Júst í hesum døgum, latið frá sær “Hvalbiartunnilin” og hevur sett á “Tunnilin Norður um fjall” – umframt havnabyggingar, framleiðslu- og umsitingarbygningar, skúlar og íbúðabyggingar o.a.

 

Vinnulívsráðið hevur vanliga

fleiri árlig tiltøk

Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum vanliga hevur fleiri árlig tiltøk,  varð stovnað í kreppuárunum – 1992 –  hevur ídag 60 limir.  – Í nevndini sita:

  • Jan Petersen, formaður
  • Frimodt Rasmussen, næstformaður
  • Elsubeth Poulsen, peningarøkil
  • Rani Nolsøe
  • Heini Hansen.
  • Jógvan við Keldu, er samskipari.