Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Síðsti dystur áðrenn longri steðg hjá KÍ

Jákup Ósá

At KÍ er útsligið úr steypakappingini ger, at liðið fær langan steðg eftir dystin leygarkvøldið.

Leygarkvøldið kl. 19.00 spælir KÍ í Runavík móti NSÍ. KÍ er undan dystinum 10 stig frammanfyri NSÍ. Hinvegin so var tað NSÍ, sum sendi KÍ út úr kappingini um løgmanssteypið. Tað ger, at KÍ fær langan steðg eftir dystin leygarkvøldið. Tí vikuna eftir koma fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið og so vera landsdystir.

Tað ganga tí tríggjar vikur frá tí, at KÍ spælir leygarkvøldið til dystur aftur er í landskappingini.