Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Yrking um kalda mai 2021

Jóhann Lützen

Okkum er send yrking um høgættina, sum hevur ligið seinastu tíðina. Tað er Árni Jacobsen úr Leirvik, ið hevur yrkt. Vit prenta niðanfyri

 

Yrking um kalda mai 2021

 

Dagliga ein frammaná,

høgættin er køld og trá,

lítil gróður bøi á,

nú tað gjarna venda má.

 

Allan mai nú hava fingið,

lotið kalt av landnyrðingi

millum oyggjar kaldir vindar,

norðanfyri hvítir tindar.

 

Mai nú eigur kuldametið,

várið líkist meiri vetri,

forsøgnin er ikki blíð,

sama veður næstu tíð.

 

Men vit trúgva tó uppá,

hitalagið koma má,

summarløtur góðar ríkar,

sólin skínur sakna slíkar.