Hetta er ikki besta fiskitíð hjá útróðrarbátunum, men tó royna teir. Anru seldi 36.000 pund eftir knapt 6 daga roynd. Janus Rein, reiðari á Anru sigur, at hendan túrin fingu teir umleið 17 krónur fyri kilo í meðal, ímeðan miðal prísurin hjá teimum hesar tveir teir seinastu mánaðarnar hevur ligið um 14.50. Tað at prísurin hækkaði gjørdi at hesin túrurin bleiv brúkiligur.
Norðsøki var á søluni í morgun við 4.200 pundum, ímeðan Brandur var á søluni við 4.900 pundum. Drúgva høgættarveðrið hevur verið ólagaligt fyri útróðurin.



