Tað var stórur munur á liðunum í Runavík í kvøld. KÍ vann uppibornan 3-0 sigur við einum stórspælandi Bob Sumareh í álopinum, sum skoraði tvey av málunum.
Hetta var ein av á pappírinum torførastu uppgávunum, sum KÍ hevur eftir í ár, tí NSÍ hevur havt gott tak á KÍ síðsta árið. NSÍ hevur eisini fyrr í ár vunnið á KÍ í steypakappingini, so kanska var KÍ-liðið eyka uppsett at vaska talvuna reina. Í øllum bleiv greiður munur á liðunum.
Tá KÍ hevur væl upplagdar leikarar og eina álopskenda tilgongd, so endar tað sum oftast væl, og tað gjørdi tað eisini hesaferð. KÍ setti NSÍ undir stórt trýst frá byrjan, og tað var bara spurningur um tíð, til KÍ tók leiðsluna. KÍ fekk tvey mál í fyrra hálvleiki. Málskjúttar vóru Claes Kronberg og Bob Sumareh, bæði sera hegnisliga sett inn.
NSÍ broytti leikskipan í hálvleikinum til 4-3-3 og tók yvir fyrsta partin av seinna hálvleiki. Teir gulu komu til ein stóran málmøguleika, men Mathias Rosenørn bjargaði eftir vælspælt NSÍ-álop eina av fáu ferðunum, har teir megnaðu at spæla seg úr trýstinum hjá KÍ. KÍ punkteraði dystin við 3-0 málinum frá Bob Sumareh og so kundi stóra áskoðarafjøldin hjá KÍ hugna sær síðsta partin av dystinum uttan at hugsa um nakran spenning.
Talan var um kanska ársins besta avrik frá KÍ í landskappingini, tá hugsað verður um styrkina á mótstøðuni. KÍ-liðið var væl upplagt, vann teir flestu nærdystirnar og hevði eina álopskenda tilgongd nærum allan dystin. Á miðvøllinum spældi Claes Kronberg sín besta dyst í ár og var við í øllum málunum, meðan Bob Sumareh var heilt stóri leikarin, sum allan dystin gav NSÍ-verjuni stórar trupulleikar við sínum skjótleika og tekniskum førleikum. Árni Frederiksberg hevur í ár havt tey nógv flestu málstigini, men hesaferð bleiv hansara leiklutur at eiga triðseinasta fótin á øllum trimum málunum hjá KÍ.
KÍ er framvegis greitt oddalið, men er langt frá nøkum meistaraheitið enn, tí so nógv er eftir av kappingini. Men tað var meistrastílur yvir kvøldsins avriki í Runavík. Nú hevur KÍ ein steðg í tríggjar vikur vegna steypakapping og landsliðsfótbólt.



