Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðflokkurin hevur onki við tíðindaskrivið at gera

Jóhann Lützen

Tað sigur Ólavur i Geil, skrivari hjá Miðflokkinum

Klokkan 10.38 í morgun fingu miðlarnir t-post frá avsendara, ið kallaði seg Miðflokkurin á Tingi við t-post adressuni midflokkur@outlook.com . Tíðindaskrivið snúði seg um at Miðflokkurin vildi kallað Tórshavn fyri Guðshavn. 

Vit hava sett okkum í samband við Ólavur í Geil, sum er skrivari hjá Miðflokkinum. Hann sigur at hann kennist ikki við handan teldupostin og heldur ikki teldupost adressuna. Hatta kemur ikki frá Miðflokkinum, sigur Ólavur í Geil við Norðlýsið.