Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rigga av fyri summarið

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í Norðhavnini liggja teir Borgarin, Norðingur og Christian og rigga av fyri summarið. Teir hava verið á svartkjaftaveiðu síðani januar.

Mánadagin skal Christian á Skála til klassingar og síðani málast. Tí taka teir trol og aðra útgerð í land, eins og vaska skipið.

Hinir bátarnir Borgarin og Norðingur saðla eisini um til makrel ella sild, sum verður út á summarið.

Teir vænta at fara aftur í makrel í juli, men av tí at ógreitt er við Ongland um kvotur, ætla allir bátarnir at halda seg tíðliga framat – kanska longu seinnu helvt í juni, fyri at fáa uppfiskað tað kvotu, teimum verður tillutað.

Spennandi verður hvussu tað fer at roynast