Gulu rynkebysúkklararnir, sum nú aftur eru at síggja á vegunum kring landið, vóru herfyri í Kunoy. Á teirra ferð í Norðuroyggjum var súkklað fram við bygdarfólkunum, sum ruddaðu byrgingina um Haraldssund, og síðani var steðgað uttan fyri bygdarhúsið í Kunoy, har Kunoyar Kommuna og Annika og Meiken bjóðaðu teimum súpan í góðveðrinum.
Kunoyar Kommuna takkar súkklarunum fyri vitjanina og teirra arbeiði fyri at savna pening til gott endamál – og blíðan byr við komandi súkklutúrum.






