Føroyar vunnu 5-1 móti Lichtenstein í kvøld. Tað er met
Føroyar dusaðu sær á Tórsvølli í kvøld. Tó so, Lichtenstein kom á odda og harvið fingu okkara menn ein vátan vøtt. Men teir vaknaðu og so var einvegis ferðsla restina av dystinum.
Við allari virðing fyri Lichtenstein, so má sigast at her var talan um tað veikasta liðið, ið Føroyar nakrantíð hevur leikt skrásettar landsdystir ímóti.
Málini hjá Føroyar fingu Klæmint A. Olsen (2), Brandur H. Olsen (2) og Vilhjálmur Davidsen



