Fyri løtu síðani komu róðrarfólkini aftur til Klaksvíkar.
Góð úrslit hjá KRF á Skála í dag
Tríggjar manningar vunnu gull og fleiri aðrar vunnu heiðursmerkir.
Í dag var ársins fyrsti FM-kappróður. Væl gekk hjá fleiri av manningunum hjá KRF. Vit hava áður skrivað um sigurin hjá Klaksvíkingi. Fípan Fagra vann greiðan sigur hjá 5-mannaførum við dreingjum, meðan Sævarmoy vann í barnaróðri hjá dreingjum. Harafturat fekk Páll Fangi silvurheiðursmerkið hjá 6-mannaførum við monnum, meðan Fípan Fagra við gentum eisini endaði á silvurheiðursmerkjum.
Niðanfyri er myndarøð frá neystinum í kvøld.

























































































