Mikkjal Hvannastein og Karl Martin Samuelsen vitja í EM studio í kvøld kl. 19
Í kvøld verður EM sendingin áhugaverd, tí Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein vitja. Umframt at tosa um EM kappininga, so verður dentur lagdur á tónleik og hvussu ein smíðar eitt gott ítróttarlag ella fótbóltslag.
Norðlýsið og Radio.fo samstarva um EM studio. Kristian Joensen er vertur og Jógvan Poulsen er teknikkari.
Til ber at hoyra sendinina á radio.fo, nordlysid.fo og á FM 107,1
JFK, Christian í Grótinum, Føroya Bjór og Klaksvíkar kommuna stuðla sendingini.



