Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lokalir leikarar gjørt sáttmála við KÍ

Jákup Ósá

KÍ boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmálar við tveir ungar lokalar leikarar.

Ki.fo skrivar:

Tveir ungir KÍ leikarar hava í kvøld undirskrivað sín fyrsta sáttmála við KÍ.

Talan er um 18 ára gamla Símun Kalsø og 17 ára gamla Dávid B. Andreasen. Teir eru báðir uppvaksnir í felagnum og tað gleðir okkum at teir nú taka næsta stigið og vera fastur partur av Betri hópinum.

Dávid B. Andreasen hevur longu fingið sínar fyrstu minuttir á vøllinum og er uppskrivaður fyri 15 min. og 1 mál í Betri deildini. Símun Kalsø sum er beiggi at fyrrverandi KÍ leikarunum Steffan og Sørmund Kalsø, hevur enn sínar fyrstu minuttir til góðar.

Teir vera báðir við í hópinum sum fer til Lettlands týsmorgunin at spæla UEFA Conference League.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við sáttmálanum og bestu eyðnu í bláu blusuni.